Ókeypis ítrottargrein til øll børn !

Um Klaksvík skal blóma í framtíðini, er neyðugt at vit hjúkla um okkara børn og ungu í nútíðini. Sum mamma og námsfrøðingur eri eg dagliga saman við nógvum børnum, og felags fyri tey øll er, at aktivitetur og samvera við øðrum børnum hava stóra jaliga ávirkan á trivnaðin hjá teimum. Sum valevni til Klaksvíkar býráð vil eg tí arbeiða fyri, at Klaksvík verður ein meira barnavinaligur býur. Á dagstovnaøkinum skulu vit tryggja, at tørvurin á plássum verður nøktaður, og harumframt skulu útibarnagarðarnir gerast fleiri og betri. Harafturat vil eg eisini arbeiða fyri, at vit fáa fleiri almenn spælipláss í býnum, soleiðis at børnini hava fleiri møguleikar fyri at spæla úti í einum góðum og tryggum umhvørvi í frítíðini. Ungdómsgransking, sum skúlanæmingar úr Klaksvík hava tikið lut í hevur víst, at skipað frítíðarvirksemi hevur jaliga ávirkan á trivnaðin hjá teimum ungu, og tí vil eg virka fyri, at øll børn í kommununi kunnu ganga til eina ítrottargrein ókeypis, soleiðis at øll børn fáa javnbjóðis møguleikar fyri at vera partur av einum ítrottarligum felagsskapi uttan mun til, hvussu fíggjarligu umstøðurnar eru í heiminum. Hetta kann vera til fyrimuns bæði fyri børnini, sum sleppa at røra og royna seg í sosialum felagsskapi og fyri ítrottarfeløgini, sum kunnu fáa fleiri íðkandi limir. Umframt at tað skal vera gott at vera barn í Klaksvík, so skal tað eisini vera gott at vera ungur í Klaksvík. Tað hevur stóran týdning fyri okkara ungu, at tað er pláss fyri teimum í býarmyndini, og tí vil eg eisini arbeiða fyri einum uttanduraøki við skaterpark, har tey ungu kunnu vera úti og stuttleika sær í hóskandi umstøðum.

Deil greinina:
Beinta Klakstein

Beinta Klakstein

Leiðari í Snjallabjallu

Eg bjóði meg fram til býráðsvalið í Klaksvík, tí eg vil virka fyri at Klaksvík framhaldandi skal mennast og vera gott hjá øllum borgarum at liva og virka í. Her hugsi eg serliga um tey smáu viðurskiftini, sum gera stóran mun, men sum ikki kosta alla verðina. Eg kann nevna ferðsluviðurskifti, atkomil...

Meira