Barnaeskja til nýføðingar og foreldur

Tað kostar upp á nógvar mátar at fáa sær børn. Ein kvinna, sum blívur mamma, merkir hetta upp á allar mátar á sínum egna kroppi, og tá ið barnið er føtt, kann tað kennast ógvusligt, hvussu nógv tað krevur at hava fingið ábyrgdina av einum lítlum menniskjalívi. Kærleiki røkkur langt, men nakað meiri skal eisini til.Peningur og nakað av vitan krevst fyri at uppfostra børn.

Sum nýggj mamma ella nýggjur pápi er ofta, at mann ikki hevur nóg mikið av vitan um pinkubørn. Gigni við tilboði um, at heilsusystrar fylgja pinkubarninum og foreldrunum fyrstu tíðina, er eitt gott átak, og tað hevur eftir mínum tykki riggað væl. Men eg hugsi, at kommunan kann vera ein størri viðleikari, tá fólk gerast foreldur, serliga fyrstu ferð.

Eitt ítøkiligt átak, ið eg vildi ynskt varð sett í verk, er eitt, sum tey hava gjørt í Finnlandi í fleiri ár. Har fáa mammur, ið eru við barn, eina sonevnda Babybox – barnaeskju - frá tí almenna. Í eskjuni er alt, sum barnið hevur brúk fyri fyrstu tíðina, og ymiskt, sum mamman hevur brúk fyri til sín sjálvs eisini. Við vinarbýarsamstarvinum, sum kommunan hevur við finska býin Tampere, hevði verið upplagt at brúkt sambandið til at kanna, hvussu tað verður gjørt har, og fingið góð ráð. Hendan eskjan hevði lætt nógv um, serliga hjá teimum, ið gerast foreldur fyrstu ferð. Eisini peningaliga hjá teimum, ið ikki hava nógv um hendi.

Barnaeskjan í Klaksvíkar kommunu skuldi sjálvandi verið gjørd til føroyskar umstøður. Umframt klæðir til føroyska veðurlagi, t.d. ullint, og onnur praktisk ting, vildi eg ynskt, at eskjan innihelt eitt hefti við hentari vitan til foreldrini – gjørt út frá føroyskum umstøðum. 

Eitt, sum eg sum mamma ofta havi saknað, er føroyskt tilfar um børn. Sum foreldur, serliga at nýføðingi, stendur man ofta við nógvum spurningum, og svarini mást tú sum oftast leita tær í donskum bókum ella heimasíðum, og tað er ofta at tað ikki røkkur til, tí umstøðurnar eru øðrvísi í Føroyum. Hvat eru nú tilráðingarnar um at eta tvøst og spik til mammu og barn? Hvussu geri eg, tá barnið skal hava navn? Einfaldir spurningar, ið fylla alla verðina hjá eini nýggjari mammu, ið vil tað besta fyri barnið, men stendur í eini støðu, hon ongantíð hevur staðið í fyrr. Í stuttum: Kommunan skal vera við at tryggja øllum borgarum í kommununi bestu umstøður og byrjan, heilt frá áðrenn nýggi borgarin kemur til verðina. Saman standa vit sterk.

Gunnvá Tróndardóttir Joensen Rødd teirra, ið onga rødd hava
Valevni Javnaðarfloksins, Klaksvík

Dømi um innihaldið í finsku barnaeskjuni – myndirnar eru frá http://www.bbc.com/news/magazine-22751415 har meiri kann lesast um eskjuna og átakið.

 

Nýføðingur svevur í eskjuni - madrassan í botninum og bulaldurin, barnið er í, er partur  av tí, ið var í eskjuni, sum foreldrini hava fingið frá tí almenna

Deil greinina:
Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Skrivstovufólk - AÚ í samskifti og miðlan

Eg eri uppstillað til býraðsvalið í Klaksvíkar kommunu 2016. Børn, barnafamiljur, eldri og tey, ið bera brek ella sjúku, eru tey menniskju, ið eg brenni sterkast fyri. Hesi detta ov ofta burtur ímillum og røddir teirra vera ikki nóg væl hoyrdar. Eg vil vera rødd teirra, ið onga rødd hava. Eg eri fød...

Meira