Tað stendur væl til í Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna er best rikna kommuna í landinum. Fólkatalið økist og inntøkurnar vaksa, tí vit hava eitt virkið vinnulív, góðan trivnað og fjøltáttað tilboð.

Fleiri valevni ivast, hvussu vit skulu fíggja komandi íløgur.

Men peningur er avsettur til øll tey stóru átøkini, sum skulu fremjast, t.d. Tórshavnar havn, útstykkingar, Musikkskúlan, Skúlan á Fløtum, langhyl, miðbýarætlanina, eldraøkið og onnur øki.

Róð hevur eisini verið framundir, at kommunan hevur stóra lániskuld.

Tórshavnar kommuna skyldar ikki eina krónu til føroysku peningastovnarnar. Vit hava einans lán uppá 68 miljónir frá Havnar Arbeiðarafelag og LÍV - og tað er einans 10% av tí, vit hava heimild at lána.

Fleiri valevni tosa um vantandi familjupolitikk.

Skattaprosentið er farið úr 20,75 prosentum niður í 19,75 prosent, og í nýggja árinum fer tað longur niður. Barnafrádrátturin er framvegis 8.000 kr. pr. barn um árið - tann størsti  í landinum.


Umframt hava vit framt eitt familjupolitiskt átak, har t.d. ein familja við trimum børnum ella fleiri á dagstovni og í frítíðarskúla, nú bara rindar fyri yngsta barnið.

Nógvir teirra, sum eru mest altráir at sleppa at stýra kommununi, umboða undanfarnu landsstýrissamgongu, sum framdi størsta álop nakrantíð á tey lægstløntu.

Tey góvu teimum vælløntu 300 miljónir í skattalætta í landsskattinum. Nú siga tey seg at vilja geva teimum lágløntu í Tórshavnar kommunu ein fíggjarligan bata við at taka vælferðartænasturnar frá teimum. Millum annað við at avtaka ókeypis busskoyringina, samstundis sum tey skjóta ein hvítan píl eftir grønu átøkum okkara.

Tit vita hvat tit hava. Men sanniliga ikki, hvat tit fáa.

Okkara fremsta mál er at varðveita og menna eina virkna og vakna kommunu. Tí tað eru virknir borgarar og eitt virkið vinnulív, sum skapa eina góða kommunu við trivnaði og fjøltáttaðum tilboðum.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Deil greinina:
Heðin Mortensen

Heðin Mortensen

Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin

Heðin Mortensen er føddur 7. apríl 1946 í Trongisvági. Hann er sonur Ethel Mortensen, fødd Jespersen, og Martin Eliesar (Eli) Mortensen, bæði úr Trongisvági. Kona hansara er Hjørdis Egholm Mortensen, dóttir Eriku, fødd Justinussen úr Leirvík, og Alfred S. Egholm úr Tórshavn. Tey eiga børnini Elin, A...

Meira