Kommunan skal lofta teimum, ið koma illani fyri

Øll kunnu verða rakt av sjúku, arbeiðsloysi, missi av onkrum slagi, ella koma í umstøður, ið gera, at tey missa fótafesti. Tá hetta hendir, er týdningarmikið, at onkur er, sum loftar. Tað er ikki ein sjálvfylgja, at øll hava familju ella vinir rundan um seg, ið kunnu hjálpa, tá ein kemur í óvæntaða, lívsbroytandi støðu.

Ofta kann tann eina hurðin, ið sigst skula vera inn í Almannaverkið, tykjast sera trek og tung at koma inn ígjøgnum hjá tí, ið er komin í eina trupla støðu og hevur brúk fyri hjálp. Kommunan skal vera við at lata upp og leiða borgaran inn gjøgnum hasa einu treku hurðina og ikki sleppa, fyrr enn hon er vís í, at borgarin hevur fingið neyðugu hjálpina. Nógv er at seta seg inn í, nógv er at kanna og skriva og leggja á borðið, og trupult kann vera at samskifta gjøgnum telefon ella teldu, ið øll ikki eru so køn við. Alt hetta stríðið kemur omaná truplu støðuna, ein er komin í, sorgina, sjúkuna, missin, ein hevur fingið at stríðast við. Eg brúki orðið stríðast, tí tað er eitt stríð. Tá fólk koma í eina slíka støðu, skal kommunan standa fremst í røðini at hjálpa. Hetta uttan mun til hvør tað er, ið hevur brúk fyri hjálp, høgur ella lágur.

Mannagongdir og leiðreglur eru longu gjørdar um flest allar syndarligu støður, eitt menniskja kann koma í. Hetta kann vera trupult at finna runt í, og oftani stendur ein við kensluni av at vera einsamallur í hesi støðuni, og hevur hug at geva upp, tí tað er so trupult at fáa hjálp. Hetta eigur eftir røttum ikki at henda nakrantíð. Øll hava somu rættindi út frá støðuni, tey eru komin í, og øll eiga altíð at fáa somu hjálpina. Her skal kommunan hjálpa borgaranum og tryggja, at hann fær røttu og neyðugu hjálpina.

Eitt uppskot, sum eg vil fáa ígjøgnum, verði eg vald, er at kommunan setir fólk av at taka sær av borgarum, ið koma í truplar støður og hava brúk fyri hjálp. Kommunan skal hjálpa borgaranum við samskiftinum við Almannaverkið, Sjúkrahúsverkið, ella hvat so talan kann vera um. Soleiðis hevur ein og hvør borgari  í kommununi ein tryggleika í, at hann altíð veit, hvar hann skal venda sær, kemur hann í trupla støðu. Eisini er tað stórur fyrimunur fyri borgaran, at tað er eitt og bara eitt stað, hann skal venda sær til at fáa hjálp, og tað er kommununa, í staðin fyri at noyðast í holtur við fleiri myndugleikar, ið kann tykjast sera fløkt og tungt. Soleiðis fær vanligi borgarin hjálp frá kønum fólki, ið kennir reglar og skipanir. Soleiðis tryggja vit, at allir borgarir fáa bestu hjálpina, tá á stendur. Saman standa vit sterk.

Gunnvá Tróndardóttir Joensen - Rødd teirra, ið onga rødd hava
Valevni Javnaðarfloksins, Klaksvík 

facebook.com/gtjoensen/

Deil greinina:
Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Skrivstovufólk - AÚ í samskifti og miðlan

Eg eri uppstillað til býraðsvalið í Klaksvíkar kommunu 2016. Børn, barnafamiljur, eldri og tey, ið bera brek ella sjúku, eru tey menniskju, ið eg brenni sterkast fyri. Hesi detta ov ofta burtur ímillum og røddir teirra vera ikki nóg væl hoyrdar. Eg vil vera rødd teirra, ið onga rødd hava. Eg eri fød...

Meira