100 lestraríbúðir í Havn

Tórshavn er størsti vitunardepilin í Føroyum. Túsundtals ung og børn ganga hvønn dag í skúla ella á annan hátt nema sær vitan í Tórshavnar Kommunu.

Tað eru í løtuni 3000 fólkaskúla og 2100 miðnámsskúlanæmingar. Eftir ætlan skal Setrið hava 1500 lesandi í ár 2024.

Hóast næmingar og lesandi bert eru 20% av okkara íbúgvum, so eru tey 100% okkara framtíð.

Tí eiga vit at gera íløgur og skapa góðar karmar fyri ung og lesandi.

Útbúgving - ein lús millum tvær negl

Úbúgvingarøkið er sum heild ein lús millum tvær negl. Tað ger, at spurningurin um hvør eigur at gjalda verður ein byrokratisk kastibløka millum land og kommunur.

Flest øllum kunnugt er fólkaskúlaøkið býtt millum land og kommunu. Kommunan skal veita karmarnar – t.e. bygningar o.a. – og landið skal veita innihaldið – t.e. lærarar o.a.

Men tá tað kemur til miðnáms og hægri útbúgving er tað landið, ið einsamalt stendur við ábyrgdini.

Tað hevur eisini verið niðurlagið, tá kjakast hevur verið um hvør eigur ábyrgdina av at byggja lestraríbúðir. Kommunan sigur, at landið eigur ábyrgdina. Landið sigur, at Bústaðir eigur ábyrgdina. Og Bústaðir sigur, at tað ikki ber til at byggja so bíliga.

Bústaðir byggir í løtuni 37 lestraríbúðir í gamla Kommunuskúlanum. Hetta skeyt eg sjálvur upp til seinasta kommunuval. Tað er tískil gleðiligt at síggja, at tað gjørdist veruleiki.

Men veruleikin er tó tann, at tørvurin á lestaríbúðum er alstórur.

Tómir bygningar til lestraríbúðir

Seinastu fýra árini hevur Tórshavnar Kommuna keypt alt ov nógvar bygningar, uttan at vita hvat skal gerast við teir.

Sjóvinnubankin á Húsagøtu og gamli Føroya Banki í miðbýnum fyri bert at nevna nakrar.

Tað hevur kostað borgarum í Tórshavnar Kommunu hundraðtals milliónir. Nú roynir Tórshavnar Kommuna av øllum alvi, at sleppa av við nógvu og dýrt keyptu bygningarnar. Hesir bygningar kundu hóskandi verið umvældir til lestraríbúðir, ella nýttir til annað endamál, so teir komu borgarum í Tórshavnar Kommunu til gagns.

Bingjuíbúðir

Tað er nógv ferð á byggivinnuni, og tað serliga í miðstaðarøkinum. Tað er tí dýrt og torført at byggja lestraríbúðir til ein sámiligan pening. Neyðugt er tí at hugsa øðrvísi.

Tað er mín fatan, at tørvurin á lestraríbúðum er alstórur, og tí má okkurt gerast sum skjótast.

Eg eri væl greiður um, at tankin um at búgva í einari gamlari bingju neyvan er tann mest tiltalandi, men í øðrum londum, eru góðar royndir av, at byggja við bingjum.

Tað er bíligt og skjótt. Tá íbúðirnar ikki skulu brúkast meiri, eru tær lættar at taka av staðnum aftur og flytast á annað stað.

Tað er tí ein góð bráðfeingis og fyribils loysn, til meira fæst fyri pengarnar, tá bygt verður.

Eg ivist ikki eina løtu í, at fyritøkur og onnur høvdu verið áhugaði í slíkari verkætlan.

Men tað krevst politiskur vilji og vælvild.

Sum er, loyvir byggisamtyktin ikki slíkum byggjaríum. Eisini skal útvegast øki at byggja lestraríbúðir. Eitt nú kundi lestraríbúðir verið bygdar nærhendis Glasi ella á øðrum tómum økjum.

 

Rói B. Poulsen

Kommunuvalevni í Tórshavn

 

 

Deil greinina:
Rói B. Poulsen

Rói B. Poulsen

Søluleiðari og valevnið fyri Havnar Framburðsfelag.