Ein kommuna fyri øll – eisini útlendingar

Vit hoyra ofta, bæði landspolitiskt og kommunalt, at tosað verður um at fáa føroyingar heim aftur til Føroya. Vit hoyra um, hvussu trupult tað er at fáa føroyingar, sum fara uttanlands at lesa, heimaftur, og hvussu vit sum land missa fólk og vitan. Ov sjáldan hoyra vit um tey, ið koma úr útlondum at búseta seg í Føroyum. Hesi fólk koma aðrastaðni frá við síni vitan og útbúgving og velja at blíva føroyingar. Tað er stórt fyri okkum sum land og fólk, at útlendingar velja Føroyar framum sítt egna heimland og framum øll onnur lond í heiminum.

Hjá nýggjum íbúgva í ókendum landi kunnu nógvar forðingar vísa seg. Málið kann vera ein stór forðing. At seta seg inn í  øll samfelagsviðurskifti og rættindi og skyldur, kann vera trupult. Torført er at samskifta fyrstu tíðina, og ilt er at vita, hvar ein skal venda sær um ymsu viðurskiftini, ið fáast skulu upp á pláss - hetta verið seg um læknaviðurskifti, arbeiði, útbúgving o.a. Hetta er ein syndarlig støða, tí soleiðis missa vit virðismikla arbeiðsmegi og vitan - møguliga innan fyri øki, har vit mangla útbúgvið fólk frammanundan. Hevur útlendingur, ið velur at seta búgv í Føroyum, føroyskan maka, kann alt hetta leggja stórt trýst á makan, ið sum oftast kemur at standa sum millumlið millum samfelagið og nýggja borgaran. Her eiga vit sum kommuna at manna okkum upp. Vit skulu vera nógv betri til at taka ímóti nýggju borgarunum, sum velja at leggja familju og lívið í heimlandinum aftur um seg fyri at byrja eitt lív her saman við okkum.

Vit mugu útvega tilfar og vitan, so at hesi fólk fáa best møguligu byrjan í føroyska samfelagnum. Ein góð byrjan er grundarsteinurin undir einum framhaldandi góðum lívi og áhuga í samfelagnum. Eru vit sum kommuna ikki við til at taka ímóti og stimbra áhugan hjá tilflytarum, so eru vit við til at køva áhugan hjá hesum menniskjum at luttaka í samfelagnum. Hetta er stór synd; at fólk uttanifrá, sum hava so nógv at geva okkum føroyingum, ikki skulu fáa best møguligu umstøður at trívast. Tað, sum tey koma við, um tað so er við akademiskari útbúgving ella “bara” lívsvísdómi, vitan og mentan úr øðrum londum og heimspørtum, ríkar okkara land og kommunu meir, enn vit kunnu ímynda okkum. Kundu hesi fólkini bert fingið hollari stuðul frá kommununi, so bleiv uttan iva positiva ávirkanin fleirfalda í mun til, hvat hon er í løtuni.

Hvussu kann kommunan traðka til? Eitt ítøkiligt átak, ið eg m. a. haldi má setast í verk, er at fáa tulkar, ið kunnu samskifta við tilflytarar á teirra egna máli. Soleiðis lúka vit burtur fyrstu og stórstu forðingina, málið og málsligar misskiljingar. Hesir tulkar kunnu t. d. vera fólk, ið sjálv eru komin aðrastaðni frá, og longu hava búsett seg í kommununi og duga føroyska málið umframt sítt egna. Uppgávan hjá hesum tulkum skal vera at hjálpa við samskiftinum við føroyskar myndugleikar - soleiðis tryggja vit okkum, at nýggi borgarin kemur væl og virðiliga upp á pláss í kommununi. Virðiliga er eisini eitt lyklaorð her. At vísa nýggju borgarunum so mikið av áhuga við at seta seg inn í málið og støðuna hjá teimum er ein máti at vísa virðing. Soleiðis tryggja vit javnrættindi fyri allar borgarar - eisini útlendingar - ið velja Klaksvíkar kommunu framum allar aðrar í heiminum. Saman standa vit sterk.

Gunnvá Tróndardóttir Joensen
Valevni Javnaðarfloksins, Klaksvík

https://www.facebook.com/gtjoensen/

 

Deil greinina:
Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Skrivstovufólk - AÚ í samskifti og miðlan

Eg eri uppstillað til býraðsvalið í Klaksvíkar kommunu 2016. Børn, barnafamiljur, eldri og tey, ið bera brek ella sjúku, eru tey menniskju, ið eg brenni sterkast fyri. Hesi detta ov ofta burtur ímillum og røddir teirra vera ikki nóg væl hoyrdar. Eg vil vera rødd teirra, ið onga rødd hava. Eg eri fød...

Meira