Byggjast skal til øll - hvørja ferð!

Eg havi fyrr skrivað um, at almennu vesiumstøðurnar mugu betrast í allari kommununi, og at allar almennar byggingar mugu vera atkomuligar fyri øll uttan mun til aldur ella heilsustøðu. Í øllum ný- ella umbyggingum má atlit altíð takast til, at hetta skal vera fyri øll. At umstøðurnar skulu vera til børn, sjúk, eldri og tey, ið bera brek.

Vit síggja í løtuni nógva bygging í gongd í Klaksvíkar Kommunu.  T.d. eru nýggjur skúli og íbúðir ávegis, og grivið er upp við fleiri vegir og gongubreytir, helst við góðum endamáli. Hetta eru stór og gleðilig framstig, ið eru á veg. Vit gleða okkum øll, til hetta verður liðugt, og tað kemur húsaskil aftur í býnum. Tað, sum eg inniliga vóni í allari hesi byggingini, er, at umstøðurnar verða gjørdar so, at øll kunnu vera við. Eg vóni, at atlit eru tikin til,  at rampur, hurðar, parkering, vesi o. s. fr. verða gjørd soleiðis, at pláss er fyri øllum menniskjum uttan mun til aldur ella heilsustøðu.

Vit síggja tíverri oftani, at nýbyggingar verða ov illani gjøgnumhugsaðar, soleiðis at bert tey, ið eru í besta aldri og eru uttan brek ella sjúku, kunnu fáa fullan ágóða av byggingini. Dømini eru fleiri um tungar hurðar, nógvar og ógvusligar trappur og annað ótíðarhóskandi, ið enn verður bygt í 2016. Ein loysn á hesum kundi verið, at ein nevnd varð sett, sum hugdi eftir øllum ætlanum um komandi ný- og umbyggingar í kommununi. Í nevndini skuldu sitið útvald fólk, ið høvdu neyðugu vitanina og førleikan at síggja loysnir, sum gagnaðu øllum, og sum útruddaðu óneyðugar og ótíðarhóskandi forðingar og umstøður. Møguliga fólk, ið sjálvi bera brek ella sjúku, sum jú vita allarbest, hvussu trupult tað kann vera at liva í eini verð, har “normal” um oftast er standardurin.

Hetta er partur av tí eg vil arbeiða fyri, verði eg vald inn í býráðið. At atlit verða tikin til øll - hvørjaferð! Saman standa vit sterk.

Gunnvá Tróndardóttir Joensen – rødd teirra, ið onga rødd hava
Valevnið Javnaðarfloksins, Klaksvík

facebook.com/gtjoensen

 

Deil greinina:
Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Skrivstovufólk - AÚ í samskifti og miðlan

Eg eri uppstillað til býraðsvalið í Klaksvíkar kommunu 2016. Børn, barnafamiljur, eldri og tey, ið bera brek ella sjúku, eru tey menniskju, ið eg brenni sterkast fyri. Hesi detta ov ofta burtur ímillum og røddir teirra vera ikki nóg væl hoyrdar. Eg vil vera rødd teirra, ið onga rødd hava. Eg eri fød...

Meira