Eitt sindur øðrvísi...

Ein stutt heilsan frá mær, tann seinasta fyri valið. Hetta fyri at taka samanum tað, sum eg áður havi skrivað, bæði í Norðlýsinum og á netinum, og sum umboðar tað eg standi fyri. Eg havi t. d. havt  greinar við yvirskriftini  “Kommunan skal lofta teimum, ið koma illa fyri,” “Barnaeskju til pinkubørn og foreldur” og aðrar. Harafturat havi eg brúkt slagorðið “Rødd teirra, ið onga rødd hava.” Við øllum hesum meini eg, at eg haldi at tað eru nøkur, ið ikki verða nóg væl hoyrd. Tað hendir nógv í kommununi í løtuni, og nógv av tí hevur við bygging av onkrum slagi at gera. Tí vil eg vera røddin hjá teimum, sum ikki verða so væl hoyrd í allari hesi byggingini og framgongdini. Eg hugsi um síður av lívinum, ið hjá nógvum ikki eru so áhugaverdar ella lættar at tosa um. Hetta er tað, eg vil flyta, um tú vilt vísa mær tað álit at geva mær tína atkvøðu. Pláss skal vera fyri okkum øllum, uttan mun til kyn, aldur ella heilsustøðu, og vit eru øll líka virðismikil. Eg vóni, at tað eru fleiri, ið tora at velja eitt sindur øðrvísi. Gott val.

Vinaliga

Gunnvá Tróndardóttir Joensen – Rødd teirra, ið onga rødd hava                    
Valevni Javnaðarfloksins, Klaksvík
  

Deil greinina:
Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Skrivstovufólk - AÚ í samskifti og miðlan

Eg eri uppstillað til býraðsvalið í Klaksvíkar kommunu 2016. Børn, barnafamiljur, eldri og tey, ið bera brek ella sjúku, eru tey menniskju, ið eg brenni sterkast fyri. Hesi detta ov ofta burtur ímillum og røddir teirra vera ikki nóg væl hoyrdar. Eg vil vera rødd teirra, ið onga rødd hava. Eg eri fød...

Meira