Hálvt gjald fyri hálva ansing

 

Seinnu árini er arbeiðsmarknaðurin í Føroyum broyttur nógv, ja so nógv, at tað sum fyrr var óvanligt gerst alsamt vanligari. Skeivar arbeiðstíðir gerast vanligari. Tilboðini gerast fjølbroyttari. Tí er neyðugt at tillaga barnaansingina, so barnaansingin lagar seg eftir tørvinum hjá borgarinum og einum framkomnum samfelagi.

Borgarin í fremstu røð

Leisturin sum barnaansing í dag er skipað eftir, er ótíðarhóskandi og passar illa inn í gerandisdagin sum fleiri havnaborgarar liva. Í dag er alsamt vanligari at fólk arbeiða um kvøldarnar og í vikuskiftinum, men uttan at tilboð er um barnaansing til hesar borgarar.

Í einari framkomnari kommunu eigur barnaansingin at laga seg til tørvin hjá borgarunum – og ikki øvugt. Tí eigur parttíðaransing at vera eitt tilboð, har foreldur ið hava tørv á at fáa børn ansaði, fáa børnini ansaði tá tey hava tørv á tí!

Hálvt gjald fyri hálva ansing

Tað eru eisini fleiri børn, ið bert eru hálva tíð í barnagarði, men foreldrini vera noydd at rinda fult gjald. Eisini her eigur barnaansingin at verða tillagað, soleiðis at tað bert verður rindað hálvt gjald fyri hálva ansing.

Nakrar familjur eru har foreldrini eru fráskild. Umframt, at barnið ofta skal skifta millum tvey heim, so er tað trupult hjá foreldrum at fáa tað at ganga upp tá tað kemur til barnaansing.

Sum er, kann eitt barn bert ganga á einum stovni. Tað ger tað trupult um barnið skiftandi skal búgva saman við foreldrunum um annað foreldrið býr á bygd og hitt í Havn.

Sostatt má eitt einligt foreldur í Tórshavn rinda fult ansingargjald hóast barnið bert verður ansað 14 dagar um mánaðin. Tað er steinur oman á byrðu hjá støkum uppihaldarum í Tórshavnar Kommunu.

Tíðin er komin til at Tórshavnar Kommuna endurskoðar hvussu barnaansing verður skipað, soleiðis at ansingin passar til tørvin hjá foreldrunum – og at rindað bert verður fyri tí ansing tørvur er á.

Atlit skulu tó takast at barninum. Tí skal krav vera um barnið ikki kann vera á ansingarstovni meir enn eitt ávíst tímatal um vikuna.

Hesum ætli eg mær at arbeiða fyri.

Rói B. Poulsen

Kommunuvalevni í Tórshavn

Deil greinina:
Rói B. Poulsen

Rói B. Poulsen

Søluleiðari og valevnið fyri Havnar Framburðsfelag.