Ferðslan til Havnar ein fløskuhálsur


Vagnur Michelsen eigur hesa myndina, hvannrok.fo

Omanfyri 1.000 fólk ferðast til Tórshavnar kommunu fyri at sleppa í skúla ella til arbeiðis. Tað leggur stórt trýst á vegakervið í Havnini. Veruleikin er, at vegakervið ikki er nøktandi til stóru bilferðsluna. Komandi árini kann bilferðslan roknast við at veksa støðugt, tá Skálafjarða- og Sandoyartunnilin kemur.

Flest øll kenna hvussu drúgt tað kann vera um morgnarnar og eftir arbeiðstíð at sita fastur í langari bilrøð.

Høvuðstrupulleikin er tann, at tað eru tveir høvuðsinnkomuvegir til Havnar – Hvítnesvegurin og Vegurin Langi.

Tað elvir til ein stóran fløskuháls og stórt trýst á nevndu vegum.

Um nøkur fá ár er støðan tann, at tað tekur eins leingi at koma frá Hvítnesi til Klaksvíkar, sum at koma frá Hvítanes til Argir í morgunferðsluni.

Stórar útbyggingar verða gjørdar á landsvegakervinum, men vegakervið í Havn haltar eftir.

Tað má okkurt gerast við, tí Havnaborgarar rinda prísin við at sita í longum bilrøðum hvønn morgun.

 

Ferðslan skal ganga smidligari

Ætlan hevur leingi verið at gjørt ein triðja innkomuveg. Verkætlanin at gera ringveg frá Inni á Gøtu til Marknagilsvegin hevur verið leingi undir gerð og gongur við sniglaferð í løtuni.

Ábøtur hava verið gjørdar á krossinum millum Vegin Langa og Sundsvegin. Tað er eftirhondini nøkur ár síðani, at rundkoyring varð gjørd. Tað hevur bøtt munandi um ferðsluna á hesum vegastrekkinum. Ætlanin hevur somuleiðis verið, at breiðka Sundsvegin, men henda ætlanin tykist at vera útsett í tað óvissa.

Sum heild eru góðar royndir í Tórshavnar kommunu, at staðseta royndkoyringar á vegakrossum, har nógv ferðsla er. Her kann nevnast rundkoyringin á Argjum og á omanfyrinevnda krossi. Tað eru vegstrekkir har bilrøðirnar eru styttar munandi við smáum og bíligum inntrivum.

Stórur partur av ferðsluni til og frá Havnini fer umvegis Hvítanesvegin. Allir lastbilar frá Tórshavnar Havn fara umvegis hesa farleið. Umframt, teir 900 næmingar og starvsfólk í Hoydølum ið leggja stórt trýst á hesa farleið.

Ringast er tó við krossin millum Hvítanesvegin og Eystara Ringveg. Tað hevur fleiri ferðir verið frammi, at okkurt skal gerast við henda vegakross.

Tórshavnar kommuna samtykti í 2009, at rundkoyring skuldi gerast millum Hvítanesvegin og Eystara Ringveg. Men enn er einki hent.

Verið eg valdur í Tórshavnar Býráð fari eg at arbeiða fyri at bøta um vegakervið í Tórshavnar kommunu.

 

 

Deil greinina:
Rói B. Poulsen

Rói B. Poulsen

Søluleiðari og valevnið fyri Havnar Framburðsfelag.