Fleiri enn 300 íbúðir ávegis í Hoyvík

Meðan kommunan er um at nøkta eftirspurningin eftir grundstykkjum, so hevur verið truplari við at útvega íbúðir. Lestraríbúðir verða nú gjørdar í Kommunuskúlanum og málið um at byggja eldraíbúðir saman við Bústøðum er til viðgerðar í løtuni.

- Tað sær út til, at risastóra vinnu- og bústaðaútbyggingin við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík fer at nøkta ein stóran part av tørvinum eftir íbúðum.

- Ætlanin við Karlamagnusarbreyt var, at har skuldu fólk búgva, arbeiða og handla, at økið skuldi verða ein savnandi eind í økinum, har lív verður í, bæði um dagin og um kvøldið.

- Móti døpru spádómunum hevur áhugin verið stórur fyri at byggja fram við Karlamagnusarbreyt. Áhugin hevur verið størstur fyri smærru stykkjunum, soleiðis at tey nú eru antin seld ella umbiðin.

- Tað sær út til at fara at verða fjølbroytt bygging. Talan er um handlar við gerandisvørum, bakarí, brúksvøruhandlar, møblahandlar, fyritøkur, ið umboða persónliga røkt av ymsum slag, smáídnaður, fleiri innflytarar av ymsum vørum og fleiri skrivstovur.

- Í løtuni er støðan tann, at bara okkurt einstakt stykki framvegis er til sølu. Við Karlamagnusarbreyt er avgjørt, at talan verður um kombineraða bústaða- og vinnubygging.

- Flestu stykkini eru seld ella undir viðgerð í løtuni. Á hesum stykkjunum verða bygdar fleiri enn 240 íbúðir. Hesi eru øll arbeiði, sum eru farin ella fara í gongd komandi mánaðirnar. Um lutfallið verður tað sama á teium eftirverðandi stykkjunum, so verða fleiri enn 300 íbúðir tøkar innan rímiliga tíð.

- Nevnast kann, at Bústaðir eisini byggja 12 íbúðir til fólk við serligum tørvi í økinum. Omanfyri Rólantsgøtu hevur kommunan júst selt 12 grundstykki.

- Býlingurin kemur at verða ein sera aktivur partur av Havnini, ein dynamiskur og miðsavnandi depil, sum verður meira og meira áhugaverdur sum frálíður.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Deil greinina:
Heðin Mortensen

Heðin Mortensen

Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin

Heðin Mortensen er føddur 7. apríl 1946 í Trongisvági. Hann er sonur Ethel Mortensen, fødd Jespersen, og Martin Eliesar (Eli) Mortensen, bæði úr Trongisvági. Kona hansara er Hjørdis Egholm Mortensen, dóttir Eriku, fødd Justinussen úr Leirvík, og Alfred S. Egholm úr Tórshavn. Tey eiga børnini Elin, A...

Meira