Spennandi útluting av grundøkjum Undir Kongavarða

Býráðið samtykti fyribils at stykkja út til 48 grundøki undir Kongavarða. Talan er um økið vestan fyri skúlan á Argjahamri uppi yvir Glyvursvegnum. Grundøkini eru áleið 400 fermetrar til víddar. 

Øll, sum hava fingið grundøki, fingu sendandi bræv um hetta fríggjadagin 16. september. Í gjárkvøldið vóru øll hesi kallað inn til fundar, har grundøkini vórðu lutað út.

Grundøkini undir vegnum eru staðsett eina húsahædd undir veghædd, og grundøkini omanfyri vegin eru staðsett umleið 60 cm yvir vegahædd. Á útvaldum støðum verða skipað almenn parkerings- og vendipláss.

Articon stendur fyri arbeiðinum at gera økið byggibúgvið. Játtaðar eru góðar 21,5 milliónir krónur, sum er samlaði kostnaðurin fyri at gera økið klárt hjá fólki at byggja á.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurdsson, formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini, greiddu frá útstykkingini. Birita Wardum, býararkitektur, greiddi frá tekniska partinum. Síðan skipaði Rókur Tummasarson, leiðari á Snarskivuni, fyri útlutingini.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt tað var bæði stuttligt og áhugavert at síggja, at keypararnir av hesum 48 grundøkjunum stórt sæð vóru sera ung fólk við børnum. Og meðal keyparin í økinum er ungur.

56 umsøkjarar vóru til hesi 48 stykkini, so arbeitt verður við at halda fram við útstykkingini omanfyri, har 50 grundøki skulu gerast aftrat.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Deil greinina:
Heðin Mortensen

Heðin Mortensen

Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin

Heðin Mortensen er føddur 7. apríl 1946 í Trongisvági. Hann er sonur Ethel Mortensen, fødd Jespersen, og Martin Eliesar (Eli) Mortensen, bæði úr Trongisvági. Kona hansara er Hjørdis Egholm Mortensen, dóttir Eriku, fødd Justinussen úr Leirvík, og Alfred S. Egholm úr Tórshavn. Tey eiga børnini Elin, A...

Meira