Eru tey, ið bera brek, triðja kynið?

Meg minnist fyrr, tá vitið var lítið og verðin var stór, hvussu eg næstan ræddist at síggja hesi handikappskeltini á hendinga vesum. Hesin undarligi, tigandi pinnamaðurin, sitandi í einum hálvrundingi – hvat merkti hetta skeltið? Hvat stóð hesin sitandi maðurin fyri? “Hatta er eitt vesi,” fekk eg at vita. “Ikki til tín at brúka, bara til tey, sum feila okkurt.” Og so varð ikki meir tosað um tað. Eitt undarligt, forkunnugt og næstan loyniligt vesi, ið eg skuldi halda meg burtur frá. Við tíðini sóust tó eitt sindur fleiri av hesum vesum við slíkum skeltum.

So hvørt sum eg vaks til, fann eg útav, at hesi rúmligu vesini blivu ikki nógv brúkt. At meðan langar køir vóru uttanfyri vanligu vesini merkt við manni ella kvinnu, so sat tigandi maðurin í hálvrundinginum einsamallur, og ongin tordi nærkast honum og hansara vesi. Tað var, eins og sitandi maðurin rópti so hart í síni undarligu tøgn, at øll hildu fyri eyguni og lótu hann sita í friði – og ongin tordi at seta seg á kummuna hjá honum. Sum eg við tíðini bleiv djarvari, fann eg eisini útav, at hesi rúmligu, tómu vesini væl kundu brúkast av mær. At tað var bara eitt vesi. So, í staðin fyri at standa leingi og halda mær uttanfyri eitt kynsmerkt vesi, sum segði, at hetta skulu mannfólk brúka og hetta skulu kvinnur brúka, so fekk eg umgangandi atgongd og lætta á vesinum hjá hesum tigandi manni í hálvrundinginum.

Tað er tó altíð ein lítil rødd innan í mær, sum sigur, at tað, sum eg geri, er skeivt. Tað, sum verður lagt í teg frá barni og ungum av, setir seg fast, og er oftani torført at sleppa av við. Ein rødd innan í mær sigur, at eg havi ikki rætt at brúka hetta vesið. Hetta er bert til tey, ið bera brek, og eg beri onki brek – onki sjónligt, í øllum førum. Men eg haldi fram at brúka vesið hjá einsamalla manninum í hálvrundinginum. Hann hevur so ongantíð sagt mær ímóti.

Hetta er ikki ein grein um meg ella mínar vesivanar. Hetta er er ein grein, ið setur spurning við, hví vit skulu skilja ímillum, um ein er maður, kvinna ella ein, ið ber brek? Maður og kvinna eru hvørt sítt kyn, og so er tað tað triðja kynið: Øll tey, ið bera brek. Tey vera koyrd í sama sekk og á sama vesi. Eg vil ikki við hesum biðja um at gera kynsbýtt vesi til tey, ið bera brek. Eg vil við hesum biðja um, at tá vit byggja, skulu vit byggja til ØLL. Í stuttum: Byggið øll vesir, sum handikapp vesir! Byggið øll vesi rúmlig og uttan kynsáseting. Hetta skal altíð vera reglan, at tá bygt verður, verður bygt til ØLL – um talan er um nýbygging ella ístandger, so skal hetta gerast so, at øll kunnu hava atgongd, uttan at ein má hugsa um avmarking vegna brek.

Vesiumstøðurnar mugu og skulu betrast í allari kommununi. Vit mugu fáa gjørd fleiri almenn atkomulig vesi, og gera vesiumstøðurnar optimalar, bæði til íbúgvar og ferðafólk. Eg hugsi um fólk við pinku- og smábørnum, eldri fólk, tey við breki ella sjúku - at vesiumstøðurnar mugu og skulu gerast soleiðis, at ein og hvør til eina og hvørja tíð skal kunna kenna seg tryggan at fara út uttan mun til aldur ella heilsustøðu og vita, at til ber at sleppa inn á alment vesi við øllum neyðugum hentleikum. Ikki bara í Klaksvíkar býi, men eisini á smáplássunum. Aftur her er lyklaorðið øll. Saman standa vit sterk.

Gunnvá Tróndardóttir Joensen – rødd teirra, ið onga rødd hava
Valevni á lista C, Klaksvíkar kommuna

Deil greinina:
Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Skrivstovufólk - AÚ í samskifti og miðlan

Eg eri uppstillað til býraðsvalið í Klaksvíkar kommunu 2016. Børn, barnafamiljur, eldri og tey, ið bera brek ella sjúku, eru tey menniskju, ið eg brenni sterkast fyri. Hesi detta ov ofta burtur ímillum og røddir teirra vera ikki nóg væl hoyrdar. Eg vil vera rødd teirra, ið onga rødd hava. Eg eri fød...

Meira